Innibygningur

Inni í Marghøllini er innibygningur við 4 skiftirúmum, eitt við handikapp vinarligum umstøðum. Tvey almenn wc, sum sjálvandi bæði eru handikapp vinarlig. Innibygningurin fevnir eisini um skrivstovur og undirvísingar- og fundarhøli við køki.

Innibygningurin er í tveimum hæddum og trappur og lyft tryggja øllum atgongd. Í innibygninginum eru eisini goymsluhølir, teknikkrúm og vaskirúm.

Innibygningurin er upphitaður.