Frælsur ítróttur

Í Marghøllin eru góðar umstøður til frælsan ítrótt.

Øðrumegin fótbóltsvøllin verður rennibreyt við 4 geilum. Rennibreytin er 60 m. long og ber sostatt til at venja og kappast í 60 m. renning og 60 m. forðarenning.

Kring fótbóltsvøllin verður eisini rennibreyt, og ber tað sostatt til at renna, ganga og koyra í koyristóli runt vøllin.

Í Marghøllini verður eisini lop-grøv til longdarlop og trý-lop. Umframt umstøður verða til hæddarlop.