Um høllina

 

Marghøllin er ein stórur bygningur. Longdin er 75,3 m. og bygningurin er 50,0 m. breiður. Hæddin innan er úti við síðurnar 5,7 m. og á hægsta punkti er høllin 13,1 m. høg. Uttan er hæddin úti við síðurnar 7,0 m. og á hægsta punkti er høllin 14,9 m. høg.

Høllin er bygd upp av stálkonstruktión, sum verður fest niður á beton-fundament, sum er stoypt runt allan bygningin. Høllin verður klædd við einum membrani (ein sokallaður composite membrane) frá heimskendu fronsku verksmiðjuni Serge Ferrari Group.

Høllin er projekterað í samstarvi mllum føroyskar og finskar verkfrøðingar sambært krøvunum til bygging av slíkum høllum í Føroyum.

Hallir av hesum slagnum, við stálkonstruktión og membrani sum klædning eru vanligar kring allan heim, og verða eisini brúktar til alskyns endamál, ikki bara til fótbólt og annan ítrótt, men eisini til ymisk sløg av goymslum, sum hangar á flogvallum os.fr. Í næstu grannalondum okkara, Norra og Íslandi, eru fótbóltshallir av hesum slagi vanligar.

Membranurin er gjøgnumskygdur, skilt soleiðis, at ljós kemur inn gjøgnum membranin og ljós eisini skýnur út gjøgnum membranin, hóast tú ikki sær gjøgnum membranin. Summarhálvuna verður høllin sostatt upplýst av dagsljósi. Vetrarhálvuna koma LED-ljós at lýsa høllina upp.

Marghøllin verður ikki upphitað. Membranurin hevur sjálvvirkandi ventilatión, soleiðis at hitin inni og uttanfyri høllina er hin sami. Ventilatiónin tryggjar harumframt eitt gott luftskifti í høllini.