Fótbóltsvenjing

Marghøllin tryggjar góðar venjingarumstøður til fótbólt alt árið og fer at føra við sær, at fótbóltur í nærumhvørvinum kann gerast ein heil-ársítrótt.

Veðurumstøðurnar heyst-, vetrar- og várhálvuna gera, at tað kann verða trupult at venja fótbólti úti – og avmarkar hetta møguleikarnir fyri menning av føroyskum fótbólti.

Við Marghøllini fær fótbólturin atgongd til góðar innandura venjingarumstøður á graslíkisvølli. Høllinkann býtast upp, soleiðis at fleiri lið kunnu venja samstundis.