Kappróðrarfólk eisini á venjingarlegu í Vági

Tað eru ikki bara fótbóltslið, sum í hesum døgum leita til Vágs á venjingarlegu í sera góðu innandura venjingarumstøðunum í Vági.

Hetta vikuskiftið er manningin á Argjabátinum eisini í Vági á venjingarlegu. Í morgun vandu teir eisini í Marghøllini, har fleiri fótbóltsfeløg fara at venja seinni í dag.

Umframt møguleikarnir í Marghøllini, so brúka vitjandi lið á venjingarlegum í Vági eisini Vágs Høll, Páls Høll, fimleikahøllina í Vágs Skúla og góðu umstøðurnar hjá Vágs Kappróðrarfelag