Nógv lið á venjingarlegu í Vági

Kavin, sum liggur kring landið, ávirkar eisini møguleikan hjá fótbóltsliðum at venja á graslíkisvallum, sum flest allir liggja undir í kava. Í Vági er tó loysn fyri hesum í Marghøllini, har alsamt fleiri leggja leiðin at venja í góðu umstøðunum.

Liðini hjá FC Suðuroy og Fótbóltsakademi Føroya venja fast í Marghøllini. Og seinastu vikuna hava nógv lið eisini gjørt avtalur um venjingarlegur í Marghøllini.

Fyri tveimum vikum síðani var ÍF á venjingarlegu í Vági. Hesa vikuna hevur TB eisini vant í Marghøllini.

Í kvøld er Betri-liðið hjá KÍ komið til Vágs á venjingarlegu. Og komandi vikurnar koma eisini onnur lið, bæði í Betrideildini hjá monnum og kvinnum og eisini ungdómslið norðanfjørðs á venjingarlegu í Vági.