Er tú til klatring – so er klatriveggurin í Marghøllini loysnin!

Í Marghøllini í Vági er størsti klatriveggur í Føroyum. Bæði ein høgur klatriveggur við nógvum ymiskum klatri-leiðum, og ein lægri boulderingveggur.

Á stóra klatrivegginum – tann hægsti í Føroyum – eru bæði minni og meiri avbjóðandi rutur, soleiðis at bæði óroynd og royndir klatrarar fáa avbjóðingar á klatrivegginum. Øll klatring á høga klatrivegginum verður skipað av instruktøri og við sikring.

Boulderingveggurin er eisini ein spennandi klatriveggur, har tú fær roynt teg á byrjunarstigi og samstundis fær avbjóðingar. Boulderingveggurin er umleið 5 metrar høgur og undir vegginum er tjúkk madrassa, soleiðis at tú kann klatra uttan sikring og instruktør.

Hevur tú áhugað í at klatra í Marghøllini, so set teg í samband við okkum á tlf. 285000 ella á telduposti jenspetur@marghollin.fo