Málmans-venjaraskeið í Marghøllini

Í vikuskiftinum hevur fyrri partur av M2 málmansvenjaraskeiðinum verið í Marghøllini. M2 er hægsta málmansvenjaraskeið, sum takast kann í Føroyum.

Tað eru royndu fyrrverandi landsliðs málverjarnir, Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen, sum hava staðið fyri skeiðinum fyri FSF.

Seinni partur av M2 málmansvenjaraskeiðinum verður í Havn komandi vikuskiftið.